Seinasti bíðilistin

Seinasti bíðilistin                 

Í hesum døgum fyrireikar Snarskivan seg til at býta út vøggu- og barnagarðsplássini, sum verða tøk í summar, tá ið ein árgangur fer í skúla. Hetta er umfatandi uppgáva, sum krevur nógv samskifti við foreldur og stovnsleiðarar í fleiri vikur.

Í mong ár hevur upptøkan á stovn verið avgreitt eftir eini bíðilistaskipan, har barnið fremst á listanum fær boðið pláss fyrst, men gongur sum ætlað, verður hetta seinastu ferðin, at skipanin við bíðilista er í brúk.

KT-deildin, Barna- og ungdómsdeildin og Snarskivan arbeiða við at seta í verk eina nýggja bíleggingarskipan, ið skal koma í staðin fyri bíðilistan. Skipanin skal gera tað gjørligt hjá foreldrum at bíleggja sær eitt ávíst stovnspláss á torshavn.fo, so skjótt sum barnið er borið í heim og hevur fingið p-tal.

Fyrimunirnir fyri foreldrini eru eyðsýndir við tað, at tey vita, hvar og nær barnið skal á stovn, tá ið tey hava bílagt pláss. Fyrisitingarliga verða eisini stórir fyrimunir. T.d. fer ein slík bíleggingarskipan at hava við sær betri forsøgnir um plásstørv, og tískil fær kommunan eisini betri skotbrá at tillaga tænastuna sambært tørvinum.

Barnaansingarskipanin verður boðin út í næstum

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330