Ráðleggingardagur

 Ráðleggingardagur er 4.desember tá er stovnurin stongdur.

Jólahald 3.desember

 Jólahald fyri børn og foreldur er hósdagin 3.desember kl 15.00 - 17.00. Børnini hava jólahald um morgunin, har vit fáa vitjan av jólamanninum og pakkið er til børnini. Børnini fáa døgurða frá stovninum sum er Lasagane. kl 15 koma foreldur at vitja og er kaffi óg okkurt afturvið. Lucia leikur er kl 16.00 við skúlabólkinum og kl 16.15 er Lucia gongd runt á stovurnar.

Opið millum jóla og nýggjárs

Hevur barnið brúk fyri plássi á stovni millum jóla og nýggjárs t.v.s. dagarnar 28.29. og 30. desember. Tá ið stovnarnir eru stongdir, skulu foreldur tekna til á www.torshavn.fo>sjálvgreiðsla. Seinasta freist at tekna er til 27.november. Býlingshúsið í Maritugøtu hevur opið.

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330