Felagsforeldrafundur 18.februar

Felagsforeldrafundur verður mikukvøldið 18.februar kl 19.00 – 21.00, tað er foreldraráðið sum skipar fyri. Beinta Nattestad, námsfrøðingur kemur at hava ein fyrilestur við hesum innihaldið: Hví geva viðurkenningHvussu vísa vit virðing fyri børnumHvat er munurin millum at rósa og geva viðurkenning.

 

Verkætlanir á Landavegnum

Vit fara nú frá februar - apríl at arbeiða við ymiskum verkætlanum. Stovurnar hava sett sær fyri at hava eina verkætlan sum er yvir trýggjar mánar. Vit arbeiða við tilgongd so tað er ikki akra produkt vit arbeiða við. Stovurnar hava valt hesi evni út frá okkara námsætlan:

Sóljuflog: Mentan - Fastalávint, Grækarismessa, Páskir, Fuglar, vár

Dreymsóljan: Mál og samskiftið - sangur - søgur rím og ramsir - stimbra rørðslur sum hava tilknýti til mál.

Tjarnarsóljan: Sjálvbjargni - lata børnini gera tingini t.d. lata seg í, v.m. styrkja sjálvskensluna og sjálvsvirðið.

Gullsóljan: Sansir - Mál - rørðslur - bólkar

 

Verkætlanin LjÒS

​Børnini hava kýtt seg seinastu dagarnar. Og nú verður avrikið sýnt fram alment. Í døgunum 3.– 6. februar 2015 verður áhugaverd framsýning í Perluni. Nýggju dagstovnar hava í felag arbeitt við evninum endurnýtslu.

Børnini hava evnað til ymiskt úr tilfari, sum vit vanliga ikki geva gætur. Felags fyri allar dagstovnarnar og øll børnini hevur verið evnið “Ljós”. Á framsýningini verður høvi at gera royndir við ljósi og skuggum. Myndir verða eisini sýndar fram, ið lýsa arbeiðið hjá børnunum stig fyri stig.

Starvsfólk á dagstovnunum hava verið á skeiði á Dagstovninum á Velbastað. Har hava tey lært at nýta tilfar frá virkjum og ídnaðarframleiðslu annars, sum vanliga verður blakað burtur.

Børn á hesum stovnum sýna fram: Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin á Hamrinum, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin í Øksnagerði, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið inni á Gøtu, Dagstovnurin við Landavegin, Býlingshúsið á Norðasta Horni.

Almenna framsýningin í Perluni er opin:

Týsdag kl. 14.00 – 17.00
Mikudag – hósdag kl. 10.00 – 17.00
Fríggjadag kl. 10.00 – 13.00

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330