SMS-skipan nú veruleiki

Í samstarvið við foreldraráðið fyri at fáa betur kunning út til foreldur fara vit frá 1.februar at seta eina sms-skipan í verk. Hetta fer at gera tað sera lætt at fáa boð út. vit vóna at foreldrini takað vælímóti skipanini.

Felagsinnskrivng til skúla og forskúla

Innskriving í kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu er týsdagin 20. og mikudagin 21. januar.

Í Kaldbak, á Velbastað, í Nólsoy og í Kollafirði er innskriving í skúlunum. Kunning um tíðir er á breddanum á torshavn.fo.

Innskriving til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum er í Reinsarínum týsdagin 20. og mikudagin 21. januar. Báðar dagarnar frá kl. 15 til kl. 18.

Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli eru nú lagdir saman í ein skúla og skrivað verður tí inn í samanlagda skúlan. Fyrstu flokkarnir í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla verða í miðbýnum í Skúlanum í Kongagøtu.

Tveir forskúlar eru í Tórshavnar kommunu, annar í Skúlanum á Argjahamri og hin í Sankta Frans skúla. Tilsamans er pláss er fyri fýra forskúlaflokkum, tveimum í hvørjum av nevndu skúlum.

Námsætlanin og Faldarin

Nú er møguligt at takað niður Námsætlanina og faldarin fyri stovnin. Liggur undir Námsætlan undur bjálkanum á forsíðuni.

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330