Um okkum

Dagstovnurin við Landavegin

Dagstovnurin við Landavegin er ein stovnur undir Tórshavnar kommunu.

Stovnurin læt upp 8.oktober 2004

Á stovninum ganga børn í aldrinum 0-7 ár .Á stovninum eru fýra stovur. Tvær vøggustovur, sum eita Dreymsóljan og Tjarnarsóljan. Tvær. Barnagarðsstovur sum eita Gullsóljan og Snjósóljan 18.børn. 

Eisini er skúlabólkurin: Sóljuflog

Okkara mál er.

At vit, sum eru her dagliga,foreldur,børn og starvsfólk hava ein stovn, har vit øll kenna okkum væl, har vit virða hvønn annan og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.

At skapa rúm og tíð so børnini kunnu mennast – at tey vaksnu vísa virðing fyri kenslunum hjá barninum – at verða til reiðar at stuðla barninum á tí støði barnið er – at vísa tolsemi og hava álit á hvørjum øðrum – at læra børnini at finna hvíld at vera seg sjálvi og velja sjálvi – at tosa um hvussu vit hava tað – at øll eru góð til okkurt – at hjálpa hvørjum øðrum – at tosa ordiligt við hvønn annan og um hvønn annan. Her arga vit ikki – her takað vit væl ímóti nýggjum børnum og foreldrum.

Vit vænta.

At tit sum foreldur taka ábyrgd av menningini hjá barninum – at foreldrini tosa virðiliga um børn, foreldur og starvsfólk á stovninum – at foreldrini hava álit á starvsfólkunum – at foreldrini tosa við starvsfólkini um ónøgd, ikki við børn ella onnur foreldur – at foreldrini eru opin fyri positivum samstarvi – at foreldrini eru reiðilig í samstarvinum – at foreldrini møta til foreldrafundir, foreldraviðtalur og onnur tiltøk, stovnurin skipar fyri.

Tilvenjing.

Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Tað er umráðandi, at bæði foreldrini og børn føla seg trygg tá barnið verður avleverað til okkum. Tað er umráðandi at siga farvæl og vinka, soleiðis at barnið veit, at tit fara. Hetta skapar tryggleika fyri barnið. Vit finna ein máta, sum hóskar til tykkara barn at siga farvæl uppá.

Tað er týdningarmikið, at tit siga einum vaksnum á stovuni frá, tá tit koma  og tá tit fara við barninum.  Um onkur annar enn tit sjálvið koma eftur barninum, skulu tit siga okkum frá hesum. Vit hava ikki loyvi at lata barnið fara avstað við onkrum, sum vit ikki kenna.                                                      

Foreldur og avvarðandi eru altíð vælkomin at stegða á og práta við okkum.

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330