Veitst tú hví?

Veist tú hví tað hevur týdning, at børn spæla?

Í spælinum mennir barnið hugflogið og hugsanina. Børn spæla fyri at spæla, og ikki fyri at læra nakað  ávíst. Men í spælinum læra tey at skapa søgur saman og handfara ólíkaheit og ósemjur.

Veist tú hví tað hevur týðning at, at børn hoppa og dansa?

Børnini læra heimin at kenna við at gera brúk av sansinum og kroppinum. Rørslukynstir ávirka sjálvsálitið, bindievnin (koncentratiónsevnini) og kroppsliga vælveru.

Veist tú hví tað hevur týdning at lesa søgur, syngja og fortelja søgur fyri børnum?

Tað styrkir ta málsligu menningina. Børnini læra at brúka málið til at siga frá teirra kenslum, hugsanum, tørvi og til at samskifta við onnur.

Veist tú hví tað hevur týðning, at børn luttaka í felagstltøkum?

Børn mennast og læra at vera saman við øðrum børnum og vaksnum. Vnskapur hevur týdning fyri tað einstaka barnið. Felaskapurin og samrøðurnar millum børnini geva barninum royndir at loysa tvístøður og í demokratiskari tilgongd.

Veist tú hví tað hevur týdning, at børn tekna og mála?

Á hendan hátt kunnu børnini vísa teirra hugsanir og kenslur. At uppliva list og mentan gevur børninum íblástur og mennir teirra hugflog og førleika fyri at skapa nakað nýtt.

Veist tú hví tað hevur týdning, at børnini fara í haga og fjørðu?

Kroppurin og kenslurnar fáa avbjóðingar í náttúruni, sum er grundleggjandi fyri at fáa ábyrgd av umhvørvinum.