Námsfrøðingar

Námsfrøðingur hevur eina grundútbúgving sum námsfrøðingur. Námsfrøðingar kunnu eisini hava eftirútbúgving.

Tað verður væntað, at námsfrøðingurin mennir sína námsfrøðiligu vitan alla tíðina. Lesur um nýggja vitan og vísir forvitni fyri námsfrøðini sum heild.

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus krevur av sínum námsfrøðingum, at teir eru áhugaðir í sínum arbeiði og skulu við øðrum starvsfólkum kunna menna visiónir, seta mál, gera verkætlanir, gera námsfrøðiligar arbeiðsætlanir, ið kunnu eftirmetast við úrslitum og tilgongdum.

Námsfrøðingurin hevur námsfrøðiliga ábyrgd av sínari stovu, børnum, starvsfólkum og foreldrasamstarvi. Eru fleiri námsfrøðingar kunnu teir býta hesar uppgávur millum sín við skrivligari avtalu.

Námsfrøðingurin skal menna námsfrøðilig rúm, sum eru eyðkend við lívsgleði, verkligum huga, skapa forvitni, tryggleika og umsorgan.

Tað skal vera sett ljós á námsfrøðiligar tilgongdir og góðsku í sambandinum við barnið. 

Námsfrøðingurin skal kunna gera skrivlig skjalprógv fyri sítt arbeiði til fundir v.m.

Námsfrøðingurin skal eisini vera við í at seta námsfrøðiligu leiðina fyri stovuna. Námsfrøðiliga leiðin skal altíð vera knýtt til menningarætlanina fyri stovnin.

Námsfrøðingurin hevur eina jaliga tilgongd til arbeiðið, skal síggja møguleikar og arbeiða í einum til tíðir broytingarávirkaðum arbeiðsumhvørvi.

Námsfrøðingurin skal vera tilvitaður um, at øll børn hava eginleikar, og hvørt einstakt barn skal mennast við teimum møguleikum og avbjóðingum, barnið hevur.

Námsfrøðingarnir á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus vilja arbeiða fyri at geva børnunum ein góðan námsfrøðiligan menningarpall.

Børn, foreldur og Tórshavnar kommuna skulu til eina og hvørja tíð merkja og síggja, at vit gera eitt gott og fjølbroytt námsfrøðiligt arbeiði.

Tað verður arbeitt alla tíðina við at menna inklusiónina á stovninum og viðurkennandi námsfrøði.

Hetta eru okkara grundsúlur undir námsfrøðiliga arbeiðinum.

Starvsfólkafundir og ráðleggingardagar kunnu brúkast til arbeiðið við at menna okkara Inklutións – og viðurkennandi arbeiði.

Námsfrøðingurin er við til at leggja grund fyri einum samarbeiði millum vøggustovur, barnagarð og skúlabólk.

Námsfrøðingurin kann vera í einum tvørfakligum samstarvi við aðrar stovur og stovnar.

Tað verður væntað, at námsfrøðingurin mennir námsfrøðiliga arbeiðið uppaftur meir, longri hann hevur verið námsfrøðingur. Eisini verður væntað, at námsfrøðingar vilja flyta seg innanhýsis eftir nøkur ár á somu stovu.

Námsfrøðingar mugu til eina og hvørja tíð arbeiða eftir fíggjarligu karminum, ið eru fyri stovnin. 

Hetta verður væntað av stovnsleiðsluni til allar námsfrøðingar, sum arbeiða á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus. Námsfrøðingurin skal kunna:

  • Leggja til rættis, føra út í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið
  • Grundgeva námfrøðilig tiltøk við ástøði og arbeiðshátti
  • Hugsa um námsfrøðligar arbeiðstilgongdir og møguleikar til at seta í verk námsfrøðilig tiltøk við grundfesti í námsfrøðiligari ástøði
  • Byggja upp fakligt samstarv við onnur starvsfólk á stovuni og stovninum
  • Síggja børn, sum hava tað torført
  • Seta námsfrøðlig tiltøk ígongd, sum kunnu hjálpa barninum
  • Gera eygleiðingar, fylla út oyðubløð og skriva skjøl til Sernám og Tórshavnar kommunu.
  • Greina, skjalprógva og eftirmeta menningina hjá børnunum á stovuni
  • Kjakast um námsfrøðliga áskoðan og virðir, sum eru knýtt til samfelagið, vit liva í. M.a. menniskjaáskoðan og siðfrøði
  • Hugsa greining inn í efturmetingar av børnum og námsfrøðliga arbeiðinum
  • Hava námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av stovuni
  • Kunna arbeiða við teldu á brúkarastøði
  • Kunna leggja fram námsfrøðilig ástøði og arbeiðshættir til starvsfólkafund, foreldrafund og ráðleggingardag
  • Kunna hava gott samstarv við foreldur
  • Virða, at foreldrini hava evstu ábyrgd av barninum
  • Taka lut á námsfrøðiligum fundum á stovninum

Hetta stendur í faldaranum ”Alment pedagogiskur profilur Føroyar Pedagogfelag”*

 * Samlaða námsfrøðiliga uppgávan fevnir um:

  • Uppaling
  • Menning
  • Læring og dannilsi
  • Hetta ber í sær, at námsfrøðiliga starvsfólkið sjálvstøðugt og saman við øðrum skal stuðla og stimbra
  • Emotionellu
  • Sosialu
  • Kognitivu
  • Motorisku og málsligu menningina og læringina hjá børnum

Fyri at røkka hesum skal námsfrøðingurin kunna:

  • Arbeiða í kollegialum toymum
  • Duga at samstarva við, leiðabeina, vegleiða og kveikja hjálparfólk og lesandi
  • Duga at samstarva við tvørfakligt við nógvar bólkar
  • Hava kunnleika til onnur fagøki, fakmál og etikk
  • Duga at samstava við foreldur og avvaraðandi
  • Duga at samskifta á ymiskum støði
  • Duga og kenna til konfliktloysnir
  • Duga at analysera og fara inn í sosialar ”støður” við støði í vitan og royndum í ymsum sosialum og psykiskt treytaðum problematikkum
  • Duga at ráðgeva og vegleiða alment

Allar hesar uppgávur gera, at námsfrøðingurin hevur ábyrgd av at menna eitt námsfrøðiligt rúm, ið er eyðkent av:

  • Professionaliteti
  • Áhuga
  • Engagementi
  • Stuðli
  • Vegleiðing
  • Tryggleika
  • Umsorgan

Eitt rúm, har barnið kann gera sær jaligar royndir við lívinum