Námsfrøðilig ætlan fyri okkara arbeiði

4 mai 2006 kom ein kunngerð til dagstovnalógina um virksemið o.a. á dagstovninum og í dagrøktini. Her verður mælt til, at hvør dagstovnur setur orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd, og hvussu hesi kunnu setast í verk.

Dagstovnalógin

Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006

Hendan lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.

§ 1. Løgtingslógin fevnir um virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu.

Endamál

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

  • við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,
  • at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,
  • at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag,
  • at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,
  • at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,
  • í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

§ 3. Kommunan kann geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært hesi lóg er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a. Dagrøkt sambært hesi lóg er ansing av børnum í heiminum og á spælistovum.

Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at dagstovnar kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum.

§ 4. Foreldur ella verji at børnum søkja um dagstovna- ella dagrøktarpláss í tí kommunu, har barnið er skrásett búgvandi. Kommunan kann tó loyva barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi.

Stk. 2. Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 5. 1) Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3.

Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Stk. 3. Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð.

Gjald

§ 6. Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.

Stk. 2. Húsaútreiðslur verða rindaðar av kommununi.
Stk. 3. Kommunan kann í samband við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein.
Stk. 4. 1) Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2, verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt. 2)

§ 6a. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar sambært hesi lóg. Útreiðslur fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av avvarðandi kommunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt fríplásss aftaná at hava ráðført seg við kommunurnar.

Stovnan av dagstovni og dagrøkt

§ 7. Dagstovnar og dagrøktir kunnu stovnsetast av kommununi sbr. hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina.

Stk. 2. Kommunan kann geva øðrum t.d. fyritøkum og stovnum loyvi til at stovnseta dagstovn treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar.
Stk. 3. Áðrenn stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu.

§ 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin. Starvið skal lýsast leyst alment.

Stk. 2 Í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum heimila kommununum í heilt serligum førum at geva varandi undantaksloyvi frá útbúgvingarkravinum. Námsætlan fyri Dagstovnin við Landavegin
Stk. 3. Kommunan setir onnur fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Størvini skulu lýsast leys alment.
Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.

§ 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.
Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini.
Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

Eftirlit

§ 10. Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.
Stk. 3. Kommunan ella landsstýrismaðurin kann steðga virkseminum á einum dagstovni ella dagrøkt, um krøvini í lógini ikki verða hildin.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirlit.

Kærumøguleiki

§ 11. Avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur skrivliga fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kærufreistini, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 12. Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juli 2000. Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir, sum sett eru á stovn sambært § 32 í barnaforsorgarlógini, halda fram og verða rikin sambært hesi lóg.

-

Á Dagstovninum við Landavegin hava vit tí gjørt eina námsfrøðiliga ætlan fyri okkara arbeiði.

Endamálið við námsætlan okkara er at gera námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum sjónligari, meira tilvitað og málrættað. Námsætlanin skal eisini síggjast sum skjalprógvan av tí námsfrøðiliga arbeiði, sum longu verður gjørt á stovninum. Og vit vænta, at námsætlanin verður við til at menna fakliga kjakið á stovninum í framtíðini.

Námsætlanin hjá okkum er eitt arbeiðsamboð, sum vit fara at brúka til at eftirmeta, um vit gera tað, vit halda, at vit gera. Um okkurt er, sum vit kunnu gera betur, ella um vit eru á rættari kós.

Námsætlanin hjá okkum byggir á okkara virðisgrundarlag og á teir málsetningar, vit hava sett okkum.

Vit hava valt at býta námsætlanina sundur í sjey øki. Hesi eru:

  1. Persónligir førleikar
  2. Sosialir førleikar
  3. Heilsa og rørsla
  4. Mál og samskifti
  5. Náttúra og umhvørvi
  6. Skapandi evni
  7. Mentan og siðir

Í námsætlanini nema vit við tað, sum vit halda hevur støðstan týdning, at børn læra, meðan tey eru á stovni. Hóast vit hava valt at bólka hetta undir sjey ymisk øki, so flættast fleiri mál og tiltøk undir hvørt annað, tí tey menna fleiri øki samstundis. Vit hava eisini valt at býta tiltøkini sundur í vøggustovur og barnagarðar, men tiltøkini verða tó ofta brúkt av bæði teimum yngru og eldru børnunum, og eftur teirra førimuni.

Fleiri av tiltøkunum, sum verða nevnd, eru ofta løgd til rættis av vaksnum. Vit eiga tó at hava í huga, at børn ikki bara læra av tilvitaðum og tilrættisløgdum ætlanum hjá vaksnum. Stórur partur av menningini og læringini hjá einum barni hendir umvegis dagligu samveruna við hini børnini og tey vaksnu, kallað óformlig læring.

Vit eiga tí altíð at varðveita tað spontana spælið og virksemið.

Avgerandi fyri, um børnini læra nakað gjøgnum okkara námsætlan, er, at tey tilboð og avbjóðingar, vit geva børnunum, byggja á barnsins egna forvitini, drívmegi og áhugamál.

Á stovninum eru: 2 vøggustovur við 0-3 ára gomlum børnum og 2 barnagarðsstovur við 3-7 ára gomlum børnum.

Børn 0-3 ár

Endamálsorðing

Tá eitt barn byrjar í vøggustovu, vilja vit sum starvsfólk leggja dent á at fyrireika barnið til at fara víðari í lívinum. Fyri at náa hetta mál, hava vit valt at arbeiða við at menna barnið á hesum trimun grundleggjandi økjunum: sjálvsálit, sjálvsvirði og sjálvbjargni.

Hvussu menna vit sjálvsálitið hjá barninum?

Vit meta at tað er týdningarmikið fyri eitt barn, at tað kennir seg trygt í gerandisdegnum.

Hetta vilja vit náa við at:

Vísa børnunum umsorgan og álit, so at barnið kennir seg sætt og hoyrt.

Læra børnini, at allar kenslur eru loyvdar, og hjálpa teimum við at seta orð á hesar kenslur. Hetta stimbrar eisini málsligu menningina hjá barninum.

Fríska luftin og avbjóðingarnar í náttúruni vilja stimbra heilsuligu menningina.

Geva teimum aldurs samsvarandi mennandi avbjóðingar í gerandisdegnum, við t.d. at geva teimum møguleikar til spæl og rørslur í nær- og fjar umhvørvinum.

Hvussu menna vit sjálvsvirðið hjá barninum?

Vit meta, at tað er týdningarmikið, at man virðir barnið fyri tað, sum tað er, og at barnið á hendan hátt lærir at virða onnur.

Hetta vilja vit náa við at:

Taka støði í tí einstaka barninum og vísa viðurkenning og álit.

Læra barnið at góðtaka ymiskleika við at tillaga seg í samspæl við onnur. Harvið økja vit um sosialu førleikarnar hjá barninum.

Sum stovnur meta vit, at tað er týdningarmikið fyri samleikan hjá børnunum, at tey læra um mentan og siðir í føroyska samfelagnum.

Hvussu menna vit sjálvsbjargni hjá barninum?

Vit meta, at tað er týdningarmikið, at barnið lærir at gerast sjálvbjargið, harvið lærir tað at standa á egnum beinum.

Hetta vilja vit náa við at:

Hjálpa barninum at fáa eyga á sína egnu styrki.

Barnið fær sálarligar og likamligar avbjóðingar á tí stigi tað er á.

Royna nýtt førleikamennandi og skapandi virksemi, ið eggjar barninum til at flyta mørk

Fyri at taka samanum, arbeiða vit á vøggustovunum fram ímóti at síggja eina nøktandi menning innan tey trý grundleggjandi økini: sjálvsálit, sjálvsvirði og sjálvbjargni.

Tað er týðandi, at vit áhaldandi eftirmeta, um okkara arbeiðháttur er til gagn fyri barnið. à hvørjum árið hyggja vit í felag eftir hesi námsætlan og gera neyðugar tillagingar.

Vøggustovurnar hava RØRSLU sum høvðusarbeiðssetning

Børn 4 – 5 ár

Hvat vilja vit?

Við at brúka okkara námsætlan, og leggja stóran dent á Persónligar førleikar - Náttúruna – Skapandi evnir. Hetta so at barnið kann merkja at tað hevur ein virknan lut í síni menning.

Persónligir Førleikar

Vit leggja dent á Persónligar førleikar so at:

Barnið kann seta orð á seg og sínar kenslur, At starvsfólkini vilja lurta og skilja barnið. At barnið kann gerðast sjálvbjargi, hetta við at kunna lata seg í og úr klæðum, kann fáa sær at drekka, fáa sær at eta og annars vera eitt barn sum kann siga frá um tað hevur tørv á hjálp og vegleiðing. Barnið skal koma at kenna til sínar kenslur og skilja tær. Barnið eigur at koma at kenna til reglar í spæli og annars at skilja at mørk vera sett av tí vaksna. At barnið eigur at siga frá um tað er okkurt sum nívur at starvsfólkini við empatiskum arbeiðshátti virða barnið.

Náttúran

Vit leggja dent á: Náttúruna

At vit fáa brúkt okkara náttúru sum ein menningarpall har okkara dentur verður lagdur á Persónligar førleikar hjá barninum, so tað fær avbjóðingar persónliga og at brúka og finna okkara skapandi evnir við at vera í náttúruni. Tað vit kunnu gera í náttúruni er: svansa, ganga, renna, grulva, svimja, vassa, eta, fiska, áðirnar, fanga síl o.m.a. Hetta skal so vera við til at børn og vaksin virða náttúruna.

Skapandi evni

Vit leggja dent á Skapandi evni:

Vit ynskja at barnið fær møguleikar at brúka síni skapandi evni. Hetta krevur at starvsfólk eru kveikjandi og áhaldandi við at skapa avbjóðandi og mennandi karmar fyri barnið tá tað er á stovninum. Hetta gerst við at tilfar og annað sum børn brúka til at gera burturúr. Barnið skal kunna granska og læra at gera burturúr ymiskum ,t,d, leir, máling, pappír, papp, tilfarið úr náttúruni. Barnið skal kunna fáa møguleika at spæla sjónleik, hoyra søgur, hoyrspøl, rímir og ramsir, sangir, fortelja søgur sum barnið sjálv hevur gjørt v.m.

Børn 5- 6 ár Skúlabólkur

At børnini trívast, mennast og virða onnur.

Barnið skal mennast, vit vilja takað støði í teimum sterku síðunum hjá barninum, hetta gerst við at barnið sleppur at fordjúpa seg og kann fáa frið til at vera forviti, granskandi, hugsandi og greinandi.

Vit leggja stóran dent á at barnið skal fáa ein góðan málførleika, hetta er ein fortreyt fyri at barnið kann samskifta við onnur. Barnið skal læra at nýta málið at seta orð á seg sjálvt, Hugsanir, kenslir og atburð.

Vit leggja dent á at børnini fáa inn lit í nútíðar og gamlar siðir. At tey virða tað sum er farið og síggja spent móti nýggjum tíðum og siðum. Vit vilja geva teimun eina fatan av samfelagnum og kann tað gerðast við at vitja arbeiðpláss hjá foreldrunum og annars arðar stovnar runt um í landinum.

Vit vilja at barnið verður rørsluliga væl fyri, hetta gera vit við at vera nógv úti, hava virksemi sum fremur áhugan í at brúka sín kropp.

At barnið hevur tað gott bæði fysiskt og sálarliga er grundleggjandi fyri víðari menning tá barnið kemur í skúlan.

Øll børn og menniskju eru ymisk, tað merkir, at vit mugu hava virðing fyri hugsanum vit ikki altið eru samd við. Vit mugu samstarva væl og takað felags ábyrgd.

Vit vilja at øll børn sum eru í skúlabólkinum á Dagstovnunum við Landavegin, minnast aftur á eina góða og læruríka tíð, at barnið hevur fingið nakrar førleikar sum ger at barnið ikki hevur tað torført at byrja í skúlanum og framhaldandi í lívinum.

Á hvørjum árið í august/septembur verður ein ársætlan gjørd fyri hendan bólk.

Persónligir førleikar

Vit vilja skapa menning fyri tað einstaka barnið, og tað er sera týdningarmikið at vit geva børnunum aldursvarandi avbjóðingar í gerandisdegnum. Fortreytin fyri menning og trivnað er, at barnið følir seg sætt, hoyrt og skilt. Barnið er partur av einum stórum bólki, og tí er tað umráðandi at tað dugir at seta orð á seg sjálvt, sínar gerðir og kenslur. Og at barnið á bestan hátt kann virka í felagsskapinum.

Hvørjum vilja vit náa?

  • at barnið setur orð á seg sjálvt, sigur frá egnum kenslum
  • at barnið styrkir sterkar og veikar síður
  • at barnið gerst sjálvhjálpið
  • at barnið hvílir í sær sjálvum
  • at barnið sær avbjóðingar fram um forðingar
  • at barnið hevur áræði
  • at barnið følir seg trygt við at vísa sínar kenslur
  • at barnið hevur sjálvsálit
  • at barnið upplivir sjálvsvirði
  • at barnið varðveitir sítt forvitni
  • at barnið hjálpir øðrum
  • at barnið bíðar eftir tørni
  • at barnið vísir tolsemi

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At vera saman við barninum, seta orð á tað, vit gera saman við barninum – lata tað í, skifta blæu
  • at seta orð á kropsmálið hjá barninum.
  • At hjálpa barninum at siga til og frá yvir fyri øðrum.
  • At geva teimum avbjóðingar í gerandisdegnum, sum føra til menning.
  • At geva barninum ábyrgd t.d. dekka borð.
  • At barnið brúkar sínar førleikar.
  • At fylgja áræðinum hjá barninum.
  • At rósa barninum.
  • At vit vísa barninum tolsemi.
  • At læra barnið at takað stig til eitthvørt.
  • At hava skipaða virksemi har tann vaksni gevur barninum ábyrgd, ið svarar til førleikan hjá barninum.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?

  • Barnið dugir at seta orð á seg sjálvt, t.d. sum særir og hvat gleðir.
  • Barnið dugir at seta mørk.
  • Barnið fer í holt við ávísar uppgávur uttan stuðul frá vaksnum t.d. at lata seg í og fara á ves.
  • Barnið torir at koma fram í einum bólki og dugir at bíða eftir, tá ið onnur eru í miðdeplinum.
  • Tekur stig til virksemi.
  • Tekur lut í skipaðum virkesmi.

Sosialir førleikar

Tað er í samspæli við onnur, at barnið mennist sosialt. Og í felagsskapinum lærir barnið at nema sær teir sosialu normar og reglur, sum eru galdandi. Tað er tí neyðugt , at vit geva børnunum møguleika at møta børnum í ymiskum aldri og kynum . Eins og at geva teimum avbjóðingar saman við sínum javnlíkum í dagligdegnum.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At barnið dugir at spæla við onnur.
  • At barnið dugir at seta orð á seg sjálvt.
  • At barnið dugir at seta seg í støðuna hjá øðrum.
  • At barnið vísir virðing fyri øðrum.
  • At barnið er seg sjálvt og góðtekur onnur sum tey eru.
  • At barnið dugir at fortelja um upplivingar og dugir at deila leikur, vinir o.a.
  • At barnið følir seg at hoyra til og følir seg væl í felagsskapinum.

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At vit geva barninum møguleika at vera saman við sínum javnaldrum og yngri sum eldri
  • Stuðla barninum í at loysa tvístøðu.
  • Læra barnið at seta egin mørk og seta mørk hjá øðrum børnum.
  • Eggja barninum til at lána, taka ímóti geva t.d.leikur og bjóða øðrum børnum upp í spælið.

Hvussu síggja vit, at tað eydnast.

  • At barnið spælir við sínar javnaldrar og yngri og eldri.
  • At barnið setur orð á seg sjálvt.
  • At barnið klárar at loysa tvístøðu.
  • At barnið vísir umsorgan og hevur rásarúm fyri øllum børnum.
  • At barnið góðtekur seg sjálvt og onnur.
  • Og at barnið er í einum jaligum samspæli við onnur.

Heilsa og rørsla

Uttandura hava børnini samband við luft, vatn og jørð. Vatn ( áin), jørð ( runa, gras, hagi- og ymisk lendi ) og luft ( barnið følir veður og vind). Hesi hava á hvøn sín hátt e ávirkan á kropsligu menningina hjá barninum. Og við at umhvørvið er so ymiskt, fær barnið høvi at brúka kroppin upp á allar mátar. Tað er týdningarmikið, at barnið følir seg væl, tí tá tað brúkar kroppin fær tað royndir, Tað er ein liður í persónligu menninginir at verða tilvitaður um sín egna kropp, og henda tilvitan er sera umráðandi saman við ørðum.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At barnið mennist rørsluliga.
  • At barnið hevur eina kropskenslu.
  • At barnið kennir sínar sansir.

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At geva barninum avbjóðingar, sum menna fín- og grov rørslur.
  • at brúka inni- og útiumhvørvið.
  • at syngja brúka spegl, seta orð á teir ymisku kropslimirnar
  • at spæla sansaspøl

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?

  • Barnið dugir at seta orð á kroppslimirnar og sansirnar.
  • Barnið spælir úti og vísir gleði við at verða úti í náttúruni.
  • Barnið brúkar kroppin bæði fín- og grovrørsluliga, teknar, perlar og klintrar

Mál og samskifti

Barnið brúkar málið at seta orð á sínar kenslur, tankar og gerðir. Vit samskifta bæði orðum og kroppinum. Í málinum liggja ávíkavist orð, tónalag og kropsmál. Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri børnini, at vit vaksnu eru týðilig yvir fyri børnunum bæði í orðum og gerðum. Málið er ein fortreyt, fyri, at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapi og at tað kann skilja samanhangin.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At vit styrkja málsligu menningina hjá barninum.
  • At barnið kann seta orð á, hvat tað vil og ikki vil.
  • At barnið lærir at lurta og bíða eftir teirra túri at tosa.
  • At barnið lærir at seta orð á seg sjálvt.
  • At barnið lærir hugtøk.
  • At barnið lærir at brúka røddina (at tosa í staðin fyri at rópa)

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At vit syngja, dansa, lesa, spæla spøl og sjónleik og læra rím og ramsur.
  • At bøkurnar eru í barnahædd og at læra tey at handfara bøkurnar.
  • At vit seta orð á barnið.
  • Hava smáar bólkar har barnið tosar og hini lurta.
  • At vit tosa um hugtøk – hvat er uppi, niðri, niðan, vinstra, høgra o.s.fr.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?

  • At barnið syngur, spælir og dugir rím og ramsur.
  • At barnið vísir áhuga í bókum.
  • At barnið spyr og svarar
  • At barnið setur orð á seg sjálvt.
  • At barnið lurtar og bíðar til at teirra túrur er at práta.
  • At barnið brúkar hugtøk.

Náttúra og umhvørvi.

Okkara granni er okkara náttúra, og vit hava sera góðar møguleikar fyri at geva barninum upplivingar og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Hetta er eisini við til at menna barnið bæði kropsliga og andaliga. Verður barnið ment kropsliga og andaliga gerst tað betur ført fyri at klára avbjóðingarnar í gerandisdegnum.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At barnið lærir allar árstíðirnar.
  • At barnið virðir umhvørvið.
  • At barnið lærir plantur.
  • At barnið lærir djór.
  • At barnið verður ment kropsliga og andaliga.
  • At barnið verður kunna um endurnýtslu og at tað brúkar endurnýtslu í gerandisdegnum. ( tilfar)

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At vit eru úti allar árstíðirnar.
  • Fortelja tí, hvat hendir tær ymisku árstíðirnar. (fletting, nær fuglarnir koma og fara o.s.fr.)
  • Læra børnini at hava virðing fyri náttúruni.
  • Læra um plantur, smákykt á landi og við sjóvarmálan.
  • Geva barninum kropsligar avbjóðingar í ósløttum og knortlutum lendi.

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

  • At barnið er úti í øllum veðri. Barnið gerst tilvitað um hita, kulda, vatn, turk og vind.
  • Barnið tosar um merkisdagar.
  • At barnið virðir náttúruna, at tað ikki tveitir pappír og annað frá sær.
  • At barnið kennir plantur, fuglar og djór.
  • At barnið klárar seg í ymiskum lendi.

Skapandi evni

Vit hava øll viðfødd skapandi evnir. Og tað er ígjøgnum sínar sansir, at barnið málber seg. Við mennandi og avbjóðandi tiltøkum og karmum kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. At barnið skal hava møguleika fyri at vísa síni skapandi evnir. Tí krevst, at vit starvsfólk eru kveikjandi og áhaldandi skapa avbjóðingar og karmar fyri menning í gerandisdegnum.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At barnið fær høvi at brúka síni skapandi evnir.
  • At barnið fær brúkt sínar sansir.
  • At barnið fær møguleikar at vera kreativt.
  • At barnið fær møguleikar til ymiskt tilfar.
  • At barnið hevur rásarúm til at skapa.

Hvussu vilja vit náa tí?

  • Vit hava tilfar til børnini og í barna hædd.
  • Vit hava verkstað sum stimbrar skapandi síðurnar hjá barninum.
  • Vit ganga ymiskleikanum hjá barninum á møti.
  • Vit skapa rásar fyri tí, ið fyri ferst ímillum børnini.
  • Og at barnið fær møguleika fyri sjálvstøðugt at spæla sjónleik. V.m.

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

  • Barnið torir.
  • Barnið spælir sjónleik.og ymisk rolluspøl.
  • Barnið roynir seg við ymiskum tilfari.
  • Barnið finnur uppá og hugsar nýtt.

Mentan og siðir

Mentan er ein partur av okkara samleika, og við okkara søgu og siðum fáa børnini innlit í, hvat tað føroyska samfelagið byggir á.

Hvørjum vilja vit náa?

  • At barnið lærir týdningin av siðvenjum.
  • At barnið lærir føroyskar sangir, kvæði og vísur.
  • At barnið lærir um onnur lond og ymisk fólkasløg.

Hvussu vilja vit náa tí?

  • At fortelja um høgtíðirnar.
  • Skipa fyri ommu og abba degi.
  • Vitja ymisk støð t.d. bóndan, náttúruna, forngripasavnið og sjósavnið.
  • Temadagar/vikur

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

  • Barnið vísir áhuga fyri tí, sum hevur verið, at barnið syngur, kvøðir og annars vísur áhuga í siðvenjunum og mentanararvinum.

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84

Tlf: 302380

t.post: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

www.landavegur.fo

Stovnur hjá Tórshavnar kommunu

www.torshavn.fo

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330