Nýggj starvsfólk

Vit hava nú sett nýggj starvsfólk sum byrja 3.august 2015. Karen Suðurgarð er sett námsfrøðingur í skúlabólkinum. Jenny Olsen er sett sum námsfrøðingur í Tjarnarsóljuni. Lív Gullbein er sett í tíðaravmarkað starv til juli 2016 í Tjarnarsóljuni. Natasha ferð at starvas í Dreymsóljuni, til Paula kemur aftur úr barsil. Sára kemur at arbeiða í dreymsóljuni í tíðaravmarkaðum starvið til juli 2016.

Stovnurin fingið búmerkið

 

Dagstovnurin við Landavegin fingið búmerkið.

Búmerkið hjá Dagstovninum við Landavegin, er gjørt burturúr sóljum, og lýsir tað mennandi starvið hjá starvsfólkinum á stovninum og tað mennandi arbeiðið tey gera við børnunum á stovninum.

Búmerkið lýsir nattúrliga vakurleikan, og vísir eisini tað reina og sakleysa barnið. Hvørt blað vísir hvørja stovu á stovninum, nevniliga tvær vøggustovur, tveir barnagarðar, og eisini nýggju stovuna hjá skúlabólkinum.

Umframt at lýsa jaliga arbeiðsháttin á stovninum, ber búmerkið ímyndina av summari, og er tað sera hugaligt og álglit at hyggja at.  

 

Tað er Sasho Bjartsson sum hevur gjørt búmerkið.

 

Garðdagur 2015

 Garðdagurin verður týsdagin 12.mai frá kl 15.00 - 18.00. Kunning um dagin er á stovunum.

Samband

Dagstovnurin við Landavegin

Landavegur 84, 100 Tórshavn

Fartelefon: +298 222380

Stovurnar

Dreymsóljan: 250819

Tjarnarsóljan: 250779

Gullsóljan: 250798

Snjósóljan250704

Sóljuflog: 302330